Seyður følir pínu - akkurát sum fólk og skal verða viðfarin við virðing

Ullin á seyði er ikki eitt hondtak, minnir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á nú seyðurin verður flettur

Tað er ólógligt at binda seyð niður

Tað er ólógligt at binda seyð niður

Seyður følir pínu, akkurát sum vit.

Tað minnir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á, nú fjøllini verða gingin um alt landið, og seyður í tíggjutúsundatalið verður flettur.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at eisini seyður skal viðfarast við virðing.

Eitt nú vísa tey á, at tað er ikki loyvt at binda seyð niður, heldur ikki seyð, sum verður drigin upp úr feitilendi, ella, verður drigin í øðrum sambandi.

Seyður, sum verður drigin upp úr feitilendi, ella aðrastaðni, skal leggjast í fetil so at hann hvílur bæði á bringuni á undir búkinum. Samstundis skal stýrilína verða á fetlinum, soleiðis at seyðurin kann haldast fríur av berginum, ella hamrinum, og ikki stoytir ímóti.

Tá ið fjøllini verða gingin, ella seyður verður handfarin, er tað ikki óvanligt at hann verður lyftur upp eftir ullini.

– Men ullin er ikki eitt hondtak, tí, sum sagt, følir seyður pínu, akkurát, sum vit, minnir Heilsufrøðiliga starvsstovan á.

Tað er ólógligt at binda seyð niður