Siga Sonju Klein farvæl í Hoyvík

Nú klokkan 11 prædikar Sonja Klein, prestur, í Hoyvíkar kirkju. Og samstundis er tað hennara seinasta prædika í Hoyvíkar kirkju í sínum prestastarvi, tí um stutta tíð leggur hon frá sær fyri aldur.

Sum sóknarprestur við Havnar kirkju, hevur Sonja verið nógv í Hoyvíkar kirkju, serliga tey árini áðrenn Suðurstreymoyar norðara prestagjald gjørdist veruleiki í 2014 og Hoyvíkar kirkja fekk egnan prest. Í ár er so ein prestur komin afturat í nýggja prestagjaldinum, sum umfatar Hoyvíkar kirkju og Kaldbaks kirkju.

Sonja hevur eisini altíð møtt væl upp til onnur tiltøk, ið Hoyvíkar kirkja hevur skipað fyri. Vit takka Sonju fyri gott samstarv hesi árini.

Í dag er eisini sunnudagsskúli í kirkjukjallaranum meðan guðstænastan er og barnadópur er eisini á skránni.