Sigarettstubbar í náttúruni: - Vit mugu broyta hugburð

- Tað má ein ordans hugburðsbroyting til hjá teimum, ið tankaleyst blaka alt frá sær í náttúruna, sigur Birita á Løgmansbø Bláhamar

Sonurin hjá Biritu og posin av sigarettstubbum, sum tey hava savnað saman í morgun

Sonurin hjá Biritu og posin av sigarettstubbum, sum tey hava savnað saman í morgun

Í Føroyum eru nógvir roykjarar. Tað kann í øllum førum staðfestast út frá øllum sigarettstubbunum, sum eru at finna á vegunum og í náttúruni annars. Tá uttandura øskubikrini ikki verða brúkt, kann vera freistandi hjá fleiri bara at blaka sigarettina frá sær. Hóast sigarettstubbin hvørvur úr eygsjónini hjá roykjaranum sjálvum, so hvørvur hann ikki av vegnum ella úr náttúruni. Hann verður liggjandi, inntil onkur tekur hann upp.

Tað hevur vágakvinnan Birita á Løgmansbø Bláhamar verið vitni til. Hon heldur, at føroyingar treingja til broyta hugburð til sigarettir sum rusk í náttúruni. Hon og fimm ára gamli sonur hennara hava í morgun gingið ein lítlan túr og savnað sigarettstubbar saman - har vóru so mikið nógvir sigarettstubbar at finna, at posin bleiv fullur. 

- Sera syrgiligt - her eru uml 1000 stubbar, og vit megnaðu ikki at fáa allar upp í dag, tí nógvir 1000 aðrir eru vátir og liggja í einum gili, skrivar hon sum viðmerking til sítt Facebook uppslag á bólkinum "4 plastik um dagin".

- Vit kunnu saktans fara aftur til staðið dag um dag at rudda upp, men tað má ein ordans hugburðsbroyting til hjá teimum, ið tankaleyst blaka alt frá sær í náttúruna, um vit skulu basa trupulleikanum og ikki bara symptomviðgera, sum vit nú gera, skrivar Birita á Løgmansbø Bláhamar.

Hon er ikki tann einasta, sum hevur verið úti og savnað rusk. Inni á hesum facbookbólkinum hava hópin av føroyingum seinastu fýra dagarnar víst á, hvussu teir hava savnað plast og annað rusk saman. Les meira um hetta HER.

Sonurin hjá Biritu og posin av sigarettstubbum, sum tey hava savnað saman í morgun