Sigldi á aliring við 56.000 laksum

- Hetta er triðja óhappið av slíkum slag, sum rakar Bakkafrost í umleið eitt ár, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

 

Myndin er tilvildarlig.

Myndin er tilvildarlig.

 

Í nátt umleið klokkan 02 fingu tey á Bakkafrosti á Glyvrum fráboðan frá MRCC um, at skipið Hav Frakt hevði siglt á ein aliring hjá felagnum Undir Síðu, tey rópa. Undir Síðu er landið norðan fyri Kaldbaksnes og norður móti Signabø.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur við In.fo í morgun, at aliringurin, sum er 128 metrar í ummáli, hevur fingið stóran skaða, og tað er serliga besløg, sum eru farin í knús. Nótin í einum slíkum aliringi er 19.000 rúmmetrar.

- Slangurnar eru ikki brotnaðar, og okkara kanningar við kavarum í nátt vístu tíbetur eisini, at nótin er heil, soleiðis at fiskur eftir øllum at døma ikki er sloppin út. Hetta er okkara aliringur í økinum nummar 12, og her ganga í løtuni 56.176 fiskar á 1,7 kilo hvør fiskur.

Stjórin í Bakkafrosti sigur, at fólk hjá felagnum fyrsta dagin fara at taka fiskin úr knústa aliringinum, og fiskurin verður síðan koyrdur í annan ring í aliøkinum. Hann vísir á, at tíbetur eru slangurnar ikki brotnaðar og tískil flýtur aliringurin eisini.

- Vit vita sjálvsagt ikki, hvussu hetta er hent, men at síggja til er Hav Frakt komin úr Suðuroy og liggur nú á Kollafirði. Aliøkið er merkt í kortinum, og her eru bæði radarrefleks og blunkiljós.

Regin Jacobsen sigur, at hetta er triðja óhappið av slíkum slag, sum rakar Bakkafrost í umleið eitt ár.

- Báturin Lív sigldi á ein aliring hjá felagnum undir Argjalandinum, og undir Kunoyarnesi sigldi ein útróðrarbátur, sum var á veg heim av útróðri, eisini á ein aliring hjá felagnum, sigur stjórin.

Myndin er tilvildarlig.