Siglingin verður avlýst vegna veður

Í morgin verða fleiri túrar um Skopunarfjørð, Suðuroyarfjørð og millum Klaksvík og Syðradal avlýstir

Smyril í illveðri. Mynd:Erik Christensen

Smyril í illveðri. Mynd:Erik Christensen

Tað verður boðað frá nógvum vindi í morgin, og nú boðar Strandferðslan frá, at túrar eru avlýstir hjá Teistanum um Skopunarfjørð og hjá Smyrli um Suðuroyarfjørð.

Túrarnir hjá Teistanum úr Skopun klokkan 10.30 og 12.30 og av Gomlurætt klokkan 11.15 og 13.15 eru avlýstir.

Smyril siglir tvær ferðir úr Suðuroy og einaferð av Havnini í morgin. Av Krambatanga klokkan 07.00 og 20.00 og úr Havn klokkan 17.00.

SSL boðar eisini frá, at fyrsti túrur hjá Jósupi úr Klaksvík og til Syðradals í morgin verður klokkan 15.30.

Fríggjamorgunin klokkan sjey verður hann landssynningur 17 metrar um sekundið. Á middegi verður vindferðin í Havn 22 metrar um sekundið. Klokkan 15 verður hann sunnan og 14 metrar um sekundið, og so snarar hann í útsynning og vindferðin verður klokkan 18 17 metrar um sekundið.

Smyril í illveðri. Mynd:Erik Christensen