Sigmund bleiv álopin fyri at vera samkyndur

- Eg eri skelkaður av, at slíkt kann henda í 2019, sigur Sigmund Tróndheim

Sigmund Tróndheim, sum vit kenna frá X-Factor og Grand Prixnum, hevur verið fyri einari keðiligari hending í býnum í Keypmannahavn í nátt.  24 ára gamli sangarin bleiv álopin og sligin so mikið illa, at hann endaði á skaðastovuni. Hetta veit danska slaturblaðið Se og Hør í dag. 

Tilburðurin hendi á barrini Chateau Motel, sum skipaði fyri einum tiltaki fyri samkynd, har Sigmund og nøkur vinfólk vitjaðu.

- Tá vit stóðu í klædnarúminum, komu nakrir dreingir, sum róptu og skríggjaðu. Teir kendu meg aftur og róptu “Hví eru tað so nógvir bøssar her?” So svaraði eg, at tað var tí, hetta var eitt tiltak fyri samkynd, og at teir skuldu uppføra seg pent, fortelur Sigmund fyri Se og Hør.

Eftir hetta slapp hann sær til rýmingar.

- Tá bleiv maðurin fulkomiliga erkvisin og illur. Eg kom ikki langt vekk, áðrenn hann kom rennandi móti mær og gav mær ein framman á við nevanum, sigur kendi føroyingurin.

Hann sigur við blaðið, at blóðið fossaði, og tá ringdu vinfólk hansara umgangandi til løgregluna. Men gerningsmaðurin var burtur, tá løgreglan kom á staðið. 

Í nátt hevur Sigmund Tróndheim ligið á Bispebjerg Hospital, har hann er blivin límaður saman og kannaður fyri heilaskjálvta. Hann sigur við Se & Hør, at hann eftir umstøðunum hevur tað gott.

- Eg havi tað gott. Men eg eri keddur og skelkaður av, at slíkt kann henda í Danmark í 2019, sigur hann við blaðið og sipar til ágang móti samkyndum.