Sigurð gevst í Fuglafirði

Fyrrverandi borgarstjórin Sigurð S. Simonsen, sum hevur verið býráðslimur í 28 ár, hevur gjørt av ikki at bjóða seg fram aftur á kommunuvalinum í november

Fyri fyrstu ferð síðani á kommunuvalinum í 1988 verður Sigurð S. Simonsen ikki á listanum, tá ið fuglfirðingar og tey á Hellunum og Kambsdali fara á kommunuval týsdagin 10. november.

Sigurð varð fyri fýra árum síðani valdur á lista B. Tey eru farin at fyrireika uppstillingina, og nú hevur Sigurð S. Simonsen boðað frá, at hann verður ikki á listanum.

Sigurð varð fyrstu ferð á listanum til býráðsvalið í 1992. Hann varð valdur, og síðani hevur hann verið valdur á øllum býráðsvalunum – í 1996, 2000, 2004, 2008, 2012 og í 2016.

Eftir býráðsvalið í 2000 varð Sigurð valdur til borgarstjóra, og hann var borgarstjóri í 12 ár – frá 2001 og fram til og við 2012.

Tey, sum fyri fýra árum síðani vórðu vald saman við nú 78 ára gamla Sigurði Simonsen á lista B geva honum gott skoðsmál, nú hann takkar fyri seg:

Sigurð er ein ógvuliga vitandi og ikki minni vitugur maður. Hann hevur stóran áhuga fyri øllum lívsins viðurskiftum, og hetta hevur eisini veruliga endurspeglað seg í hansara tíð sum ”fólksins tænari”. Men tað er ikki at taka seg aftur í, at Sigurð’sa heilt serliga styrki hevur ligið í stóru vitan hansara og áhuga í vinnuni. Og tað er heldur ongin loyna, at hansara visiónir fyri vinnulívinum í Fuglafirði á so mangan hátt eru førdar út í lívið, soleiðis at vit í Fuglafirði í dag eru á allarovastu rók í Føroyum, tá tað ræður um vinnulív og inntøkur frá vinnuni.

Tað verður saknur í Sigurði í býráðnum. Saknur bæði í hansara menniskjaligu eginleikum, men eisini hansara stóru vitan í kommunalum viðurskiftum, siga Eyðun á Lakjuni og Edva Jacobsen.