Sigurð í Jákupsstovu stjóri á Umhvørvisstovuni

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaðurin við umhvørvis- og vinnumálum, hevur gjørt av at seta Sigurð í Jákupsstovu í starvið sum stjóri á Umhvørvisstovuni.

Sigurð í Jákupsstovu er 57 ára gamal. Hann er útbúgvin skipsførari, sivilverkfrøðingur og hevur eina Ph.d. frá DTU. Sigurð í Jákupsstovu hevur starvsroyndir frá størvum bæði í Føroyum og útlondum. Somuleiðis hevur hann drúgvar leiðsluroyndir, millum annað sum stjóri á Jarðfeingi og sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya.

– Stórar avbjóðingar standa fyri framman innan fleiri av teimum málsøkjunum, sum Umhvørvisstovan tekur sær av. Eg kann eitt nú nevna veðurlagspolitikk og grøna orkuskiftið, og tí síggi eg fram til at samstarva við komandi stjóran, ið millum annað hevur holla vitan um orkumál, sigur Helgi Abrahamsen við heimasíðuna hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum.

Sigurð í Jákupsstovu byrjar í starvinum tann 1. februar 2020.