Siloakórið hevur útikonsert í dag

Í sambandi við Kristi Himmalsferðardag, sum er í dag, verður skipað fyri útikonsert

Siloa

Siloa

Klokkan 17 í dag hevur Siloakórið útikonsert við Mentanarhúsið í Fuglafirði.

Kórið, ið er knýtt at samkomuni í Siloa, hevur mong ár á baki og hevur sínar regluligu venjingar eina ferð um vikuna.

Eins og við øllum øðrum slíkum virksemi, so hava venjingarnar hjá Siloakórinum eisini verið av ongum, meðan corona-sóttin hevur herjað. Men síðani myndugleikarnir loyvdu, at 50 fólk kundu savnast, hevur kórið havt nakrar fáar venjingar.

Tað er Eyðun á Lakjuni, sum stjórnar.

Kórið fer seinnapartin í dag at syngja í ein tímans tíð saman við lítlum orkestri og solistum. Ætlanin var at syngja til páskastevnuna á Kambsdali, ið varð avlýst, so ivaleyst verður onkur páskasálmur at hoyra.

– Veðrið hevur alt at siga, um slíkt tiltak skal eydnast til fulnar, og verður tað ikki til vildar, verður farið innum – og sjálvandi verða tilmælini frá myndugleikunum hildin, siga fyrireikararnir.

Siloa