Simone læt lív í Nice

Í dag standa vápnaðir løgreglumenn og halda vakt við fronsku sendistovuna í Keypmannahavn.

 

Simone úr Brasilia var á skeivum staði skeiva løtu. Tí læt hon lív.

Simone úr Brasilia var á skeivum staði skeiva løtu. Tí læt hon lív.

 

Trý fólk, sum av tilvild vóru í Notre-Dame kirkjuni í Nice í gjár, tá ein maður leyp á við knívi, vórðu dripin. Millum hesi var ein 44 ára gomul kvinna úr Brasilia. Hon er annað offurið av trimum, sum lótu lív í álopinum, og sum nú er eyðmerkt.

Brasilianska kvinnan megnaði at flýggja úr kirkjuni og til eina matstovu nærindis, har hon royndi at søkja sær skjól, men orsakað av løstum, hon hevði fingið undir knívaálopinum, doyði hon nakað seinni.

Maðurin, sum varð dripin inni í kirkjuni, kallast Vincent Loquès. Hann arbeiddi sum kirkjutænari í Notre-Dame kirkjuni. Aftrat hesum báðum, sum lótu lív, varð eisini ein onnur kvinna í sekstiárunum dripin í álopinum.

Ákærumyndugleikin í økinum sigur, at henda kvinnan varð hálshøgd, men hon er ikki eyðmerkt enn. Aftrat teimum, sum lótu lív, fingu fleiri skaða í álopinum.

Vitni siga, at meðan 21 ára gamli maðurin úr Tunesia framdi knívaálopið, rópti hann ”Allahu akbar”, sum merkir, at Guð er størstur.

Sambært franska ríkisadvokatinum fyri anti-yvirgangi, Jean-François Ricard, hevði álopsmaðurin við sær eina koran, tvær telefonir og tríggjar knívar. - Tey trý vórðu dripin, tí tey júst vóru stødd í kirkjuni hesa løtu, tá yvirgangsmaðurin leyp á, segði ríkisadvokaturin á einum tíðindafundi í gjár.

Umframt at hin 21 ára gamli er handtikin, hevur franska løgreglan eisini handtikið ein 47 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at hava hjálpt hinum 21 ára gamla. Sambært lokalávísini - Nice Matin - er hin 47 ára gamli, sum varð handtikin hóskvøldið, undir illgruna fyri at hava givið yvirgangsmanninum eina telefon.

Hin 47 ára gamli er sambært tíðindamiðlinum - BFMTV - eisini undir illgruna fyri at hava havt samband við hin 21 ára gamla dagin fyri álopið. AFP-keldur vita at siga, at hin 47 ára gamli er handtikin, soleiðis at løgreglan kann fáa høvi at avhoyra mannin.

Tunesin, sum leyp á, liggur framvegis álvarsliga meiðslaður á sjúkrahúsi, eftir at hann varð skotin av løgregluni undir handtøkuni í gjár. Sagt verður, at hann kom til Fraklands hin 9. oktober, og tá kom hann úr Italia.

Í gjár varð eisini eitt fólk handtikið í Saudi-Arabia, eftir at viðkomandi hevði gjørt seg inn á ein vaktarmann, sum helt vakt við fronsku sendistovuna í Jeddah i Saudi-Arabia. Í mongun hava danskir miðlar eisini lagt myndir út av vápnaðum løgreglumonnum, sum halda vakt við fronsku sendistovuna í Keypmannahavn.

Simone úr Brasilia var á skeivum staði skeiva løtu. Tí læt hon lív.