Singapor bannar lýsingum fyri sukurdrykkir

Fyrsta lóg av sínum slag í heiminum

Mynd: Ritzau/Scanpix

Mynd: Ritzau/Scanpix

Singapor ætlar at vera fyrsta landið í heiminum, ið setir forboð forboð fyri lýsingum fyri drykkjum, ið hava eitt høgt innihald av sukur. Talan er um seinasta átakið hjá stjórnini í tí, ið tey hava valt at kalla kríggið móti diabetes. Tað skrivar amerikanska tíðindastovan CNN.

Forboðið umfatar allar pallar innan prent, netmiðlar og loftbornar miðlar, sigur Edwin Tong, ráðharri við heilsumálum í Singapor.

Sambært eini fráboðan frá heilsumálaráðnum rakar forboðið vørur sum sodavatn, saft, jogurt og puluvurkaffi.

Umframt forboðið verður eisini kravt, at vørurnar skulu hava eitt innihaldsyvirlit yvir føðsluvirði og hvussu nógv sukur er í vørunum.

Ein fyritøka, ið tekur væl móti nýggja átakinum, er lokala deildin hjá Coca-Cola, ið ikki metir, at forboðið fer at hava stórvegis ávirkan á teirra virksemi.

- Vit hava endurnýggja okkum og eru komin við nýggjum drykkjum við lítlum og ongum sukri. Tí meðan sukur er fínt í lítlum mongdum, eru vit samd í, at tað ikki er gott við ov nógvum av tí, sigur Coca-Cola.

Sambært CNN verður forboðið sett í gildi næsta ár.

Mynd: Ritzau/Scanpix