Sirið um KOKS-málið: Eg kann einki gera

Avgerðin hjá Yvirfriðingarnevndin er endalig

Hóast tey eru nógv, sum í hesum døgum mótmæla og harmast um avgerðina hjá Yvirfriðingarnevndini at sýta at leingja um undantaksloyvi hjá KOKS fram við Gjónni, so er tað lítið, ið kann gerast við tað. Tað staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum.

Tað er landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, ið varðar av nevndini og setir hana, men sambært landsstýriskvinnuni kunnu avgerðirnar hjá nevndini ikki kærast.

- Eg spurdi inn til málið, tá ið tað bleiv aktuelt. Tá fekk eg at vita tað, at man kann einki gera, tí tað Yvirfriðingarnevndin ger er endaligt og kann ikki kærast, sigur landsstýriskvinnan.

Sjálv telist hon millum teirra, ið harmast um avgerðina hjá nevndini, men kann bara staðfesta, at hóast hon varðar av økinum, so er tað ikki alt, ið politiski myndugleikin kann leggja seg út í.

- Eg haldi avgerðina vera heilt óalmindiliga keðiliga. Men sum landsstýriskvinna kann eg einki gera við tað, tí teirra avgerðir eru endaligar, sigur hon, men leggur afturat.

- Fyrr í ár bar eg eitt uppskot í tingið um broyting í náttúruverndarlógina. Harímillum vóru nakrar fylgilógir, ið avtóku alla skipanina við friðing. Tí eg haldi tíðin er farin frá henni. Okkara skipanir mugu taka hædd fyri rættartrygdini og geva møguleikan at kæra, sigur landsstýriskvinnan.

Uppskotið var eitt av fleiri uppskotum, ið fullu burtur, tá tingið fór í summarferiu. Landsstýriskvinnan vísir á, at tað mælti til heldur at skipa slík mál undir fyrisitingarligar reglur.

- Yvirfriðingarnevndin er ein leivd frá eini gamlari tíð. Hon liggur uttanfyri fyrisitingina. Nevndirnar eru næstan sum dómstólar. Okkara uppskot var, at man skipar eina fyrisiting innan Umhvørvisstovuni, ið virkar eftir fyrisitingarligum reglum. Á tann hátt fær borgarin eisini møguleikan at kæra slíkar avgerðir, sigur Sirið Stenberg.