Mynd: Royal Greenland

Sisimiut skal brúka rávøruna 100 prosent

Nýggi Sisimiut kostar umleið 315 miljónur, tá hann er klárur at fara til fiskiskap um nakrar dagar.

Mynd: Royal Greenland

 

Nýggjasti trolarin hjá Royal Greenland - Sisimiut - verður skjótt í Íslandi, men enn fer at ganga ein tíð, áðrenn formelli skipsdópurin verður. Skipið skal fiska svartkalva og tosk og er eisini útgjørdur við skipanum til framleiðslu av fiskamjøli og fiskaolju. 

Skipið verður skjótt í Íslandi, har manning kemur umborð. Síðan gongur leiðin til Eysturgrønlands at fiska svartkalva. Sermitsiaq.ag skivar, at Sisimiut skal brúka alla rávøruna, sum kemur í trolið.

Royal Greenland upplýsir, at skipið, sum longu skuldi verið komið til Grønlands, er enn í Bilbao. Simiut kemur fyrst til Íslands eftir manning í næstu viku og fer síðan til fiskiskap í Eysturgrønlandi.

- Nýggja skipið skal eitt nú brúka toskarávøruna 100 prosent í mun til, at vit bert hava brúkt toskin 30 prosent, tá vit arbeiddu flak, sigur framleiðslustjórin hjá Royal Greenland. Hann vísir á, at áður fóru bæði høvd, bein og innvølir í havið, men nú fara teir at brúka alla rávøruna.

Hann vísir á, at nú skipið fer av skipasmiðjuni til Íslands, er væntandi, at formelli skipsdópurin verður einaferð eftir summarfrítíðina, tá Sisimiut kemur til Vesturgrønlands. - Sjálvandi gleða vit okkum til at vísa skipið fram fyri áhugaðum, leggur Lars Nielsen aftrat.

Trolarin hjá Royal Greenland kostar umleið 300 miljónir krónur, og haraftrat kemur reiðskapur og ymiskt annað. Sigliklárur kostar Sisimiut umleið 315 miljónir krónur.

Nýggi Sisimiut er munandi størri enn hin gamli. Hin gamli er 66 metrar langur og 14 metrar breiður; hin nýggi er 83 metrar langur og 17 metrar breiður.

 

 

 

 

Mynd: Royal Greenland