Sita aftur við samráðingarborðið

Gongd er aftur á samráðingunum millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og lønardeildina

Sjúkrarøktarfrøðingarnir og fíggjarmálaráðið sita nú aftur við samráðingarborðið, og gongd er aftur komin á samráðingarnar,

Tað sigur FM1 í tíðindunum kl. 15.

Sambært FM1 hava partarnir tikið áheitanina frá løgmanni í gjár til sín, og í løtuni sita partnarnir hjá semingsmanninum og tosa um, hvørjir møguleikar eru at fáa loysn á trætuni.