Sitið 18.000 tímar í dialysu

Mikudagin var Eiler á Líknargøtu á Landssjúkrahúsinum í dialysu. Tað ger hann fýra ferðir um vikuna, so tað er einki óvanligt í tí. Men hesaferð var talan um dialysu nummar 4.500. Og í alt hevur hann sitið heili 18.000 tímar í dialysu

Eiler á Líknargøtu. Mynd: Álvur Haraldsen

Eiler á Líknargøtu. Mynd: Álvur Haraldsen

67 ára gamli Eiler á Líknargøtu er húsfólk á G3 á Landssjúkrahúsinum, har dialysudeildin heldur til. Tí har hevur hann havt sína regluligu gongd í samfull 20 ár, har hann fýra ferðir um vikuna hevur verið í dialysu. Ein viðgerð sum tekur góðar fýra tímar hvørja ferð.

 

Fluttu til Havnar

Eiler á Líknargøtu var bert 47 ára gamal, tá ið hann bleiv sjúkur og noyddist at ganga í dialysu. Og tað var beinanvegin, at hann gekk í dialysu fleiri ferðir um vikuna. Tí var tað skjótt, at hann og konan sóu, at tað fór sera nógv tíð til at ferðast millum Fuglafjørð, har tey búðu, og Havnina fýra ferðir um vikuna til viðgerð.

- Eg gangi í dialysu fýra ferðir um vikuna, og tað eru góðir fýra tímar hvørja ferð. So tilsamans verður talan um eini 20 tímar um vikuna. Vit sóu beinanvegin, at tað tók so nógva tíð, so vit gjørdu av at selja húsini í Fuglafirði og keyptu okkum eini hús á Argjum ístaðin, greiðir Eiler á Líknargøtu frá í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin, sum fæst til keyps í sølubúðunum kring landið.

Eiler á Líknargøtu. Mynd: Álvur Haraldsen