Siumut og IA vunnu í Grønlandi

Aki-Mathilda Høegh-Dam á valinum í gjár. Mynd: Ritzau Scanpix

Aki-Mathilda Høegh-Dam á valinum í gjár. Mynd: Ritzau Scanpix

22 ára gamla Aki-Mathilda Høegh-Dam úr Siumut og 41 ára gamla Aaja Chemnitz Larsen úr IA skulu næsta fýra árini umboða Grønland á Fólkatingi. Tað er greitt aftaná at atkvøðurnar í Grønlandi eru taldar upp.

Aaja Chemnitz Larsen er sostatt afturvald á Fólkating, meðan Aki-Mathilda Høegh-Dam, ið stillaði fyri fyrstu ferð, vann sæti hjá fyrrverandi landsstýrisforkvinnuni Aleqa Hammond, ið stillaði upp fyri NQ.

Hóast IA og Siumut vunnu valið er talan um eina afturgongd hjá báðum flokkunum. IA bleiv størsti flokkur við 33,5 prosent av atkvøðunum, ið er 4,9 prosentstig færri enn seinast, meðan Siumut fekk 29,4 prosent, ið er ein afturgongd á 8,6 prosentstig.

Í valstríðnum gjørdi Aki-Mathilda Høegh-Dam greitt, at hon peikar á Mette Frederiksen sum forsætisráðharra, meðan Aaja Chemnitz Larsen valdi ikki at taka støðu áðrenn valið.

Aki-Mathilda Høegh-Dam á valinum í gjár. Mynd: Ritzau Scanpix