Sjálvstýri arbeiðir við uppstilling í Havn

Fyri fyrstu ferð nakrantíð í søgu floksins stillaði Sjálvstýri ikki upp á seinasta býráðsvalið. Men hesaferð verður kanska øðrvísi

Sjálvstýrisflokkurin er ikki farin í søguna í sambandi við býráðsval í Havn. Tí í hesum døgum verður arbeitt við uppstilling.

Bjørn á Heygum, sum er formaður í Streymoyar Sjálvstýrisfelag sigur, at tey í løtuni arbeiða við uppstilling.

– Vit hava ikki tikið støðu enn, men vit arbeiða við málinum, sigur hann.

Tað merkir, at tey í løtuni eru í ferð við at tosa við fólk um at stilla upp, og er undirtøka fyri tí, so fer flokkurin at stilla upp til kommunuvalið.

Freistin at lata lista inn til kommunuvalið er 20. oktober.