Sjálvstýri og Miðflokkurin vitja FM1 seinnapartin

Miðflokkurin vitjar millum klokkan 15.05 og 16. Sjálvstýri vitjar millum klokkan 16.05 og 17.

Árni Gregersen er vertur fyri teimum politisku sendingunum á FM1

Árni Gregersen er vertur fyri teimum politisku sendingunum á FM1

Millum klokkan 15 og 17 verða tvær valsendingar á FM1.

Vertur fyri sendingunum er Árni Gregersen, royndur journalistur og politiskur viðmerkjari.

Fyrra tíman millum klokkan 15.05 og 16 vitjar Miðflokkurin. Seinna tíman millum klokkan 16.05 og 17 vitjar Sjálvstýri í Rásarúminum hjá FM1 í Krosslíð í vesturbýnum í Havn. 

Øll kunnu hoyra sendingarnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Sendingarnar verða endursendar á FM1 millum klokkan 20 og 22 í kvøld. Sendingarnar eru at hoyra á FM1 seinni í kvøld. 

Árni Gregersen er vertur fyri teimum politisku sendingunum á FM1