Sjálvstýri stillar kortini upp í Havn

Borgaralistin hjá Halli Hjalgrímsson Djurhuus gjørdist til Sjálvsgtýrislistan til býráðsvalið í Havn

 

 

Tað er greitt, nú listin er farin inn.

Tey sum stilla upp eru: 

1.     Hallur Hjalgrímsson Djurhuus

2.     Zakarias Wang

3.     Jákup Hans Heinesen

4.     Danny Danielsen

5.     Hervør Lützen

6.     Dan Klein

Listin er ein samanrenning av fólkum frá Framtakinum til rættin at velja kannabis og Sjálvstýrinum til seinasta løgtingsval.

Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, Jákup Hans Heinesen og Dan Klein stillaðu upp fyri Framtakið, meðan Zakarias Wang og Hervør Lützen stillaðu upp fyri Sjálvstýri.