Sjampanja brýtur ljóðmúrin sum eitt jagaraflogfar

Franskir granskarar hava funnið fram til, at CO2-gassið, sum fær proppin at rúka úr eini sjampanjufløsku við einum bresti, brýtur ljóðmúrin á sama hátt sum eitt jagaraflogfar.

Tað var eitt roysni, tá tað í 1947 eydnaðist navnframa flogskiparanum Chuck Yeager sum tí fyrsta í heiminum at flúgva skjótari enn ljóðið og bróta ljóðmúrin við einum ordans braki.

Tíðindini bórust kring allan heimin, tí tá vistu fólk ikki, um flogfør megnaðu luftmótstøðuna, turbolensin og ikki minst tað at raka ljóðmúrin.

Og tað er ein góð orsøk til at dvølja við hesa søguna í dag, tí eitt lið av fronskum granskarum hevur avdúkað, at vit eisini bróta ljóðmúrin, tá proppurin rýkur úr eini sjampanjufløsku við einum ordans bresti, og tað er júst á sama hátt, sum tá eitt jagaraflogfar brýtur ljóðmúrin. Tað skrivar politikken í dag.

Granskaraliðið, sum sjálvandi kemur av Université de Reims Champagne-Ardenne, er komið til úrslitið við at filma eina fløsku av sjampanju, meðan proppurin rýkur úr, við einum háferðsmyndatóli, sum tekur 12.000 myndir um sekundið.

Soleiðis hava tey kunna greina, hvat hendir í tí løtu, tá innistongda gassið í fløskuhálsinum, sum er CO2 og eitt sindur av vatnguvu, fær sjampanjuproppin til at rúka úr, og gassið blæsir úr fløskuni við eini ferð upp á 2.400 km um tímar, sum er næstan tvær ferðir so skjótt sum ljóðferðin er, og sum trýstir tann flúgvandi korkproppin upp á eina toppferð upp á millum 60 og 70 kilometrar um tíman.

Á filminum sóu granskararnir, hvussu tað brádliga trykk- og temperatúrfallið niður til -90 stig, fekk CO2 og vatndamp til at tætna (kondensera) til ein tjúkkan mjørka í eini bláari glæmu við ískrystallum bert eitt millisekund eftir, at proppurin reyk úr fløskuni.

Men tað var eitt annað fyribrigdi í mjørkanum, sum granskararnir góvu nógv meira ans. Teir sóu eina sjokklinju í mjørkanum, sum vit kenna frá útstoytinum frá einum jagaraflogfari, tá tað flýgur skjótari enn ljóðið og brýtur ljóðmýrin.

»Roynd okkara vísir púra óvæntað, at vit kunnu samanbera tað sum hendir, tá proppurin rýkur úr eini sjampanjufløsku við tað sum hendir í gassinum frá útstoytinum á einum jagaraflogfari, sum brýtur ljóðmúrin. Tíverri kann fyribrigdið við sjampanjufløskuni ikki síggjast við vanliga eyganum, tí tað hendir upp á ein tíggjutúsundapart av einum sekundi. Men vónandi frøast fólk av teimum vøkru vísindunum, sum krógva seg í eini sjampanjufløsku ella øðrum brúsandi vínum, næstu ferð tey njóta blørurnar og hugsa um, at tey brútu ljóðmúrin, tá proppurin reyk úr fløskuni«, sigur Gérard Liger-Belair á Université de Reims Champagne-Ardenne við Politiken. Hann hevur staðið á odda fyri royndunum, sum júst eru almannakunnjgørdar í viðurkenda vísindaliga tíðarritinum Science Advances.