Sjarmusókn við krígsskipi

Í gjáramorgunin kom amerikanska krígsskipið USS Donald Cook á Runavík. Skipið er á sjarmusókn (charmeoffensiv) og roynir at knýta nýggj sambond við londini í norðuratlantshavi. Løgmaður, politikarar, almennir leiðarar, embætisfólk og onnur vóru í dag umborð og sóu sera væl útgjørda skipið

– Endamálið við vitjanini er at møta fólki og síggja mentanina, men eisini at knýta tættari bond millum USA og danska kongaríkið, sigur Kelly T. Jones, skipari við USS Donald Cook.

Hon váttar tó eisini, at Artiska økið er spennandi, og at amerikanarar hava stóran áhuga í tí.

##med2##

Stuart A. Dwyer, varaleiðari á amerikansku sendistovuni í Danmark, var eisini komin úr Danmark til Føroya fyri at hitta politikarar, leiðarar og embætisfólk í Føroyum.

– Krígsskipini vitja í ymiskum londum, og hendan vitjanin er ein partur í tí at fáa tættari samband við danska kongaríkið. Vit ynskja at fáa nýggj vinaløg, sigur Stuart A. Dwyer við in.fo.

##med3##

Nógv varð gjørt burturúr vitjanini. Eitt tjald var sett upp handan girðingina í Runavíkar Havn, har USS Donald Cook lá. Har var reyður leypari, tað var heilsað og føroyski og amerikanski tjóðsangurin vórðu spældir. Gestirnir fingu ein góðan bita og kvinnuligi skiparin og varaleiðari á amerikansku sendistovuni í Danmark takkaðu bæði løgmanni og Runavíkar kommunu fyri møguleikan at koma til Føroya og bjóðaðu innbodnu gestunum umborð.

##med4##

– Vitjanin vísir, at økið, her vit eru, er áhugavert. At teir koma eina sjarmuoffensiv eiga vit at nýta rætt og tryggja, at vit eisini vera við í tí, sum hendir uppi í Arktis í framtíðini, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Umborð fingu gestirnir eina umvísing, har greitt varð frá vælútgjørda krígsskipinum og øllum møguleikunum, tað hevur.   

##med5##

Runavíkar kommuna skrivar á heimasíðuni, at tað eru ivaleyst fleiri orsøkir til vitjanina, men helst er ein høvuðsgrundin politiski leikurin um Arktis. Runavíkar kommuna og havn hildu tað vera sjálvsagt, at herskipið kom inn á Skálafjørðin at vitja, og við tí í huga, at fjørðurin var ein meginstøð hjá bretska herskipaflotanum undir seinra veraldarbardaga, nevndur ”the little Scapa Flow”. 

##med6##

Skipið er 22 ára gamalt, 154 metrar langt, 300 fólk eru mynstrað umborð. Skipið er 154 metrar langt, tað hevur 100 túsund hestakreftir motor og gongur 30 míl. Millum annað var hesin destroyarin við í stríðnum um Krim hálvoynna í 2014, stutt eftir at Russland tók Krim frá Ukreina.

Vitjanin í Føroyum er ikki hernaðarlig, men hon staðfestir, at Føroyar eru partar av leikinum um Arktis, har fleiri stórar tjóðir, millum annað USA, Russland og Kina, hava lagt fram síni áhugamál og ætlanir.

Sí fleiri myndir her.

##ms##