Sjey ár í skúla, men tosar sum einki við eingilskmenn, týskarar og fransmenn

Tummas Frank Joensen í Skúvoy gekk bara sjey ár í skúla. Umframt at sigla hjá Strandfaraskipum Landsins, hava hann og konan, Elisabeth, ból & bita í Skúvoy. – Tað, sum eg ikki dugi at siga á enskum, fronskum ella týskum, brúki eg armar og bein til, sigur Tummas Frank Joensen og flennir

Tummas Frank Joensen hevur seinastu 19 árini siglt við Teistanum um Skopunarfjørð. (Mynd: Vilmund Jacobsen)

Tummas Frank Joensen hevur seinastu 19 árini siglt við Teistanum um Skopunarfjørð. (Mynd: Vilmund Jacobsen)

Í 40 ár hevur fryntligi skúvoyingurin siglt við Strandferðsluni. Hann er gemytligur og prátar við øll – føroyingar eins og útlendingar.

– Eg havi altíð havt lætt við at koma í samband við fólk og at tosa, sigur Tummas Frank Joensen, sum hevur siglt við Teistanum um Skopunarfjørð, síðani strandfaraskipið kom í flotan í 2001.


Siglt við 10 strandfaraskipum

Tummas Frank Joensen byrjaði hjá Strandferðsluni í 1980, og í seinastu viku, hósdagin 28. mai, hevði hann 40 ára starvsdag.

Hesi fýra áratíggjuni hevur hann siglt sum dekkari við tíggju ymiskum skipum hjá Strandferðsluni. Talan er um tvær Ternur, tveir Teistar, Smyrli, Pride, Dúgvuni, Rituni, Barki og Tóndi.

Umframt at hava siglt í Føroyum, hevur hann eisini siglt til Áland, Århus, Tønsberg og til Scrabster.


Enskt, týskt og franskt

Tummas Frank Joensen kennir føroyingar kring alt landið, men eisini fleiri útlendsk ferðafólk.

– Eg eri komin í samband við nógvar útlendingar, og fleiri hava eisini gist hjá okkum. Eg gekk bara sjey ár í skúla, so har lærdi eg ikki nógv fremmandamál. Men eg haldi meg hava gott máloyra, so eg klári meg á øllum teimum norðurlendsku málunum uttan finskum, og eg dugi eitt sindur av enskum, týskum og fronskum. Tað, sum eg ikki klári við munninum, tað brúki eg armar og bein til, sigur Tummas Frank Joensen og flennir í kíki.

Við tíðini hevur hann fingið nógvar vinir ymsastaðni kring heimin, og hann hevur eisini fleiri, ið hann skrivar saman við.

– Eg segði við tey, at tey máttu rætta meg, tá eg skrivaði, og tað hevur hjálpt, so eg eri komin betri á lagið, sigur hann.


Lesið alla samrøðuna við Tummas Frank Joensen í Sosialinum, sum er at fáa til keyps í Sølubúðum kring landið. Til ber eisini at lesa blaðið her.

Tummas Frank Joensen hevur seinastu 19 árini siglt við Teistanum um Skopunarfjørð. (Mynd: Vilmund Jacobsen)