Sjey ára garantiið helt

Tá Kia fyrstu ferð komu á marknaðin við Kia Ceed við 7 ára garanti í 2006, keypti svenska blaðið “Vi Bilägare” ein bil, sum teir hava koyrt við síðan

Tá Kia fyrstu ferð komu á marknaðin við Kia Ceed við 7 ára garanti í 2006, keypti svenska blaðið “Vi Bilägare” ein bil, sum teir hava koyrt við síðan. Hetta varð gjørt fyri at vita, um bilurin livdi upp til 7 ára garantiið.  

Í mai 2013, 7 ár seinni, tá bilurin hevði koyrt 116.095 kilometrar varð bilurin tikin sundur allar sum hann var. Sjálvt motorurin varð tikin sundur og kannaður fyri slit. Tað einasta sum teir funnu var okkurt steinslag í lakkinum.

Blaðið kom til ta niðurstøðu, at í hesum føri helt 7 ára garantiið hjá Kia. Bilurin var fullkomilga óslitin.