Sjey bilførarar fingu bót í gjár

– Og tað eru framvegis bilførarar, sum koyra við píkadekkum hóast tað hevur verið ólógligt í tríggjar vikur

Í gjár hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna. Hesa ferð vóru tey í Klaksvík, har nógvir bilar vórðu steðgaðir.

Løgreglan sigur, at úrslitið varð, at sjey bilførarar fingu bót – allir fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu. Bótin fyri tað er 1.000 krónur.

Løgreglan kannaði eisini ferðsluna í Havn, men tað var mest fyri at kanna, hvussu skjótt bilarnir koyrdu.

Tað vístu seg, at allir hildu seg innan fyri mark. Tó varð ein bilførari tikin fyri at koyra við píkadekkum.

Løgreglan sigur, at hóast tað ikki hevur verið loyvt at koyra við píkadekkum síðani 1. mai, eru tað framvegis nógvir bilførarar, sum ikki hava skift dekk enn. Bótin fyri tað er eisini 1.000 krónur. Tað er bara loyvt at koyra við píkadekkum frá 16. oktober til 30. apríl.