Tað eru tey, sum spyrja, hvaðani toskurin kemur. - Hetta eru ikki "nýføðingar", sum onkur hevur tikið til.

Sjey ferðir so nógvur toskur

Tað er av álvara farið at bragda aftur við toski á Føroyabanka. Nú líkist fiskiskapurin aftur teimum góðu árunum.

Tað eru tey, sum spyrja, hvaðani toskurin kemur. - Hetta eru ikki "nýføðingar", sum onkur hevur tikið til.

 

Í morgun hevur Oliver Joensen á Norðlýsinum skift orð við Petur Steingrund, fiskifrøðing, sum er umborð á Magnusi Heinasyni. Teir hava gjørt vár yvirlitstrolingar á Føroyabanka, og her hevur verið nógvur toskur at fingið, eins og In.fo skrivaði tíðliga í morgun.

Við Norðlýsið sigur fiskifrøðingurin, at Magnus Heinason hevur fingið 12,2 tons av toski, og hann veit eisini at siga, at fiskurin er sera væl fyri. Tað, sum ikki minst er positivt við royndini hjá havrannsóknarskipinum hesaferð, er, at teir eisini hava fingið smáan tosk.

Petur Steingrund sigur, at teir á hesum túrinum hava fingið á leið tað sama, sum Magnus Heinason plagdi at fáa tey góðu árini frá 1996 til 2003. Hetta er umleið sjey ferðir so nógv, sum teir eitt nú hava fingið fleiri undanfarin ár á Bankanum, tá toskastovnurin var illa fyri.

Tað eru tey, sum spyrja, hvaðani toskurin kemur. - Hetta eru ikki "nýføðingar", sum onkur hevur tikið til.