Sjey línuskip eru til fiskiskap

Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er framvegis góður, men út á næstu viku harðnar streymurin, og veðrið verður óstøðugt.

 

 

 

Sjey ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap, og øll skipini koma inn at landa í vikuni sum kemur.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at eitt skip kemur inn at landa mánadagin, og hini skipini koma miðskeiðis ella síðst í næstu viku.

- Tvey av ísfiskalínuskipunum eru á Íslandsrygginum, og hini fimm eru á landgrunninum.

Lagt verður aftrat, at línuskipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av svartkalva, longu og brosmu.

Streymurin verður harður út á næstu viku, og væntandi er, at veðrið verður skiftandi. Tí verður ikki roknað við so nógvum útróðri.

Men, fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er góður, serliga hjá teimum, sum fiska við línu, og soleiðis hevur verið í longri tíð.