Sjey miðlar fáa miðlastuðul

Miðlastuðulsnevndin hevur viðgjørt umsóknirnar um miðlastuðul, og niðurstøðan er, at sjey miðlar fáa lut í stuðulsupphæddini

Átta umsóknir vóru til miðlastuðul í ár, sum er sama tal sum í fjør. Teir sjey miðlarnir, ið lúka treytirnar fyri stuðli, fáa úr 175.373,06 kr. upp í 678.103,33 kr. í stuðli í ár.

Tvær milliónir eru settar av á fíggjarlógini fyri 2020 til miðlastuðul, og býtið millum miðlarnar er sum víst niðanfyri við støði í fíggjarligum upplýsingum frá 2019:

Sosialurin kr. 678.103,33

Dimmalætting kr. 276.958,60

Portal.fo kr. 237.741,44

Norðlýsið kr. 231.843,82

FM1 kr. 207.911,02

R7 Kringvarp kr. 192.068,72 

VP.fo kr. 175.373,06

Miðlastuðul verður játtaður við heimild í miðlastuðulslógini. Stuðulin verður latin sum ein føst grundupphædd, áljóðandi 40% av árligu játtanini á fíggjarlógini, býtt javnt millum umsøkjararnar, sum lúka treytirnar, og harumframt verða 60% av árligu játtanini latin sum ein lutfalslig upphædd í prosentum av skjalprógvaðum lønarútreiðslum árið fyri umsóknarárið hjá viðkomandi miðli.

Samlaði miðlastuðulin kann í mesta lagi vera 40% av skjalprógvaðu lønarútreiðslunum árið fyri umsóknarárið hjá einum miðli. Í mun til í fjør eru lønirnar hjá teimum sjey miðlunum, sum hava fingið stuðul játtaðan, øktar úr umleið 21,0 til 21,5 mió. kr.

Miðlastuðulsnevndin hevur í viðgerðini av teimum átta umsóknunum í stóran mun fylgt leistinum frá seinastu trimum árunum við einari lutfalsliga breiðari tulking í mun til treytirnar, ið lógin og viðmerkingarnar til lógina seta til innihaldið í miðlunum.