Sjófólk eru fyri vanbýti

- Hóast Føroyar meira enn nakað annað land er ein siglandi tjóð, tykist tað vera reglan heldur enn undantakið, at sjófólk detta burtur ímillum, tá serskipanir verða gjørdar vegna serligar umstøður, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.

 

Føroyska samfelagið hevur ymiskar skipanir, sum eru ætlaðar til at lofta fólki fíggjarliga, tá teppið brádliga verður rivið undan. Ein av hesum skipanum er Arbeiðsloysisskipanin (Als). Øll, sum eru fevnd av hesi skipan, kunnu fáa úr henni, um tað ber so á, at tey missa arbeiði.

Men, ein treyt fyri at fáa úr Als, er, at fólk hava fingið eina uppsøgn.

- Manningar á fiskiskipum verða sjáldan sagdar úr starvi, og tí hava sjófólk trupult við at fáa atgongd til hesa skipan. Vit hava dømi um, at skip hava ligið óvirkin í meira enn eitt ár, uttan at manningin hevur fingið uppsøgn.

Tað sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Ólavur Gunnarsson, sum vísir á, at ein serskipan er, tá skip eru til umvælingar. - Men, tá noyðist manningin at bíða í 30 dagar - vanliga rópt karensdagar ella revsidagar - áðrenn hon hevur rætt til nakað, og síðan er rætturin til útgjald galdandi í 60 dagar.  

Men, reglan er, at útgjaldið minkar við einum hálvum prosentstigi fyri hvørjar 1000 krónur, sum inntøkan árið fyri fór upp um 210.000 krónur. - Roknistykkið merkir, at hevur tú havt eina inntøku árið fyri, sum er oman fyri 410.000 krónur, hevur tú ikki rætt til eina krónu.

Ólavur Gunnarsson vísir á, at reglan um prosentvísa minking eftir inntøku er ikki galdandi fyri nakran annan fakbólk, tá talan er um mista inntøku vegna umvælingar ella líknandi. - Her eiga vit at stremba eftir, at teir 30 karensdagarnir verða strikaðir ella í hvussu er munandi minkaðir - og at mótrokningin verður strikað ella minkað munandi.

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum sigur, at hóast Føroyar - meira enn nakað annað land - er ein siglandi tjóð, tykist tað vera reglan heldur enn undantakið, at sjófólk detta burtur ímillum, tá serskipanir verða gjørdar vegna serligar umstøður.

- Hetta er eitt nú galdandi í samband við koronu-farsóttina, har sjófólk als ikki eru tikin við, tá politiska valdið hevur snikkað saman sínar sonevndu hjálparpakkar, leggur Ólavur Gunnarsson aftrat.