Sjógæti keypir ókruvdan útróðrarfisk

- Endamálið er fáa dygdina á útróðrarfiskinum javnari og betur og at gagnnýta og virðisøkja tilfeingið.

 

 

Virksemið hjá Sjógæta eru nú á tveimum virkjum, og hesin møguleiki beyðst, eftir at felagið saman við øðrum keyptu Norðís á Eiði. Virkið við Norðskála, har fyritøkan hevur havt sítt framleiðsluvirksemi í fleiri ár, er nú laksavirki burtur av, og her verður laksur eitt nú royktur.

Norðís á Eiði er líka sum deilt upp í tvey, har pelagiskur fiskur er í einum parti – og annar ráfiskur í einum øðrum. Tað er Sjógæti, sum rekur alt virksemi, og stjóri og virkisleiðari í felagnum er Hans Marius í Byrgi.

Hann hevur altíð verið ágrýtin eftir at royna nýggjar leiðir og nýggjar møguleikar, og hann dugir eisini at síggja møguleikar í nógvum. Í eina tíð hevur Sjógæti á Eiði tikið ímóti daggomlum - og ókruvdum - útróðrarfiski frá línu-og snellubátum.

Tað hevur ikki verið vanligt í Føroyum at avreiða ókruvdan fisk. Hinvegin er hetta púra vanligt í vártíðini eitt nú í Norðurnoregi. Endamálið við at keypa ókruvdan útróðrarfisk er at fáa dygdina á daggamla fiskinum javna og góða.

Jóhannus M. Olsen, sum eisini er partur av Sjógæta, sigur, at skipanin higartil hevur víst seg at rigga sera væl. Hann vísir á, at tá útróðrardagarnir eru stórir, sum teir ofta hava verið, síðan fiskurin kom aftur, er ikki altíð, at útróðrarmenn hava havt stundir at kryvja allan fiskin nóg skjótt.

Hann sigur, at Sjógæti higartil hevur gjørt avtalu við nakrar útróðrarmenn, og kravið hjá virkinum á Eiði er, at útróðrarmenn fylgja nøkrum ávísingum ella standardum. - Útróðrarfiskurin skal blóðgast og leggjast í ísvatn so skjótt, hann kemur inn um lúnningina. Hann skal hvørki liggja á dekkinum, ei heldur í fiskakassa óblóðgaður.

Jóhannus M. Olsen vísir á, at tað tekur munandi styttri tíð hjá einum útróðrarmanni at blóðga fiskin beinleiðis frá rulluni, enn tað tekur at kryvja hann, tá nógvur fiskur er á línuni.

##med2##

Tá útróðrarfiskurin beinanvegin verður blóðgaður niður í ísvatn, verður dygdin bæði betur og javnari. - Tá fiskurin síðan kemur inn á virkið hjá Sjógæta, verður hann stoyttur á borðið og kruvdur beinanvegin.

Jóhannus M. Olsen sigur, at á borðinum verður innvølurin tikin frá rogni, livur og sili, sum virkið gagnnýtir. - Í løtuni hava vit ikki marknað fyri gørnunum, men hesum arbeiðir Hans Marius í Byrgi við, og eg ivist onga løtu í, at hann fer at fáa okkurt burtur úr hesum eisini.

Endamálið við at taka ókruvdan fisk inn á virkið er í fyrsta lagi at menna dygdina á sjálvum fiskinum, men sjálvandi eisini at gagnnýta alt, sum er í fiskinum. - Sjógæti hevur leingi bæði havt kjálkar og lippur í sínum útboði, umframt mangar aðrar vørur, sum virkið er kent fyri, sigur Jóhannus M. Olsen.

##med3##

 

 

 

Hans Marius í Byrgi er stjóri og virkisleiðari á Sjógæti.