Sjómannadagurin komin á mál

Sjómannadagurin er næstan komin at enda. Kappingarnar eru lidnar, og fólk eru við at rigga av. Tó standa nógv fólk enn í bíðirøð at fáa fish & chips, og tey standa helst til langt út á kvøldið

Í togtugan kappingini var tað manningin á Olgu Mariu, ið vann.

Í sjómanstaki vann Edvard Sigurðsson Johannesen.

Í kappingini at halda dregg vann Beinur Johannesen.

Í kappingini at svimja tvørtur um Vánna vann Jóan Petur Joensen í bólkinum fyri menn yvir 25 ár.

Í bólkinum dreingir undir 25 ár vann Herluf Ingason. Í bólkinum kvinnur yvir 25 ár vann Izabella Amloroziak, og í bólkinum fyri gentur undir 25 ár vann Cecilia Eysturdal.

Í morgin endar Sjómannadagurin við sjómansgudstænastu í Christianskirkjuni í Klaksvík.

##med2##