Sjómenn royna bitið hjá lira

Fiskurin tyggir sodavatnsdósina saman í einum

Liri er vanligur fiskur undir Føroyum, og hesin fiskurin hevur sterkar tenn og bítur ógvuliga fast. Sjómenninir Rúni Djurhuus og Bjarni Samson gjørdu av at kanna, hvussu kraftigt bitið hjá liranum er.

Teir høvdu hoyrt, at ein liri bítir enn kraftigari, tá høvdið er skorið av, og teir vildu finna út av, um tað var nakað um tað.

##med2##

Royndin varð gjørd við tveimum sodavatnsblikkum, og á videoupptøku sæst, hvussu skjótt lirin flensar blikkini upp.

– Fyrsta bitið vísti, hvussu sterkt bit hesir fiskarnir hava, men tað seinna bitið gjørdi meg enn meira bilsnan. Eg visti ikki, at teir kundu bíta harðari uttan høvd, men hetta váttar videobrotið. Lukkutíð eru vit ongantíð bitnir av einum slíkum, sigur Rúni Djurhuus við Caters News, sambært Ekstra Blaðnum.

 

(Dagføring: Áðrenn stóð at lesa, at fiskurin var ein steinbítur. Men talan er um lira, sum er av steinbítaættini.)

 

 

 

Catfish vs Coke