Sjónband: Fólkatingið í skellilátri av Sjúrða Skaale

Danski forsætisráðharrin mátti turka tárini so nógv hon flenti.

Kristian Thulesen Dahl, Bertel Haarder og Morten Østergaard í góðum lag.

Kristian Thulesen Dahl, Bertel Haarder og Morten Østergaard í góðum lag.

Tað var látur í danska Fólkatinginum í kvøld, tá ið føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale, var í eyðkenda skemtiliga lagnum og av røðarapallinum hugleiddi um mangt og hvat og eitt nú greiddi frá einari søgn av Trøllanesi, haðani hann sjálvur og ein annar fólkatingslimur, Bjørn Brandenborg hjá Sosialdemokratunum, eru ættaðir.

Aftaná Sjúrða Skaale skuldi forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, á røðarapallinum, men hon hevði ilt við at savna seg.

- Tað er upp á so mangar mátar ótrúliga órímiligt at koma aftaná Hr. Sjúrður Skaale til hesi kjakini, segði hon og bað um loyvi at turka sær tárini.

Hoyr røðuna hjá Sjúrða Skaale niðanfyri.

##med2##

Kristian Thulesen Dahl, Bertel Haarder og Morten Østergaard í góðum lag.

Sjúrður Skaale - latter i Folketingssalen