Sjóneyka á sálarliga heilsu í Sandoyar sýslu

Øll eru vælkomin at luttaka, og skrá verður fyri hvørja viku, har ymisku tiltøkini verða lýst.

Í samstarvi við Fólkaheilsuráðið og Visit Sandoy fer sýslan nú undir átakið “Virkin Sandoyggj".

Í samstarvi við Fólkaheilsuráðið og Visit Sandoy fer sýslan nú undir átakið “Virkin Sandoyggj".

 

Í samstarvi við Fólkaheilsuráðið og Visit Sandoy fara allar kommunurnar í Sandoynni undir átakið “Virkin Sandoyggj” í marsmánaði. Átakið tekur støði í ABC fyri sálarligari heilsu, og grundarlagið er hugtøkini "virkin saman og hugbundin".

Allan marsmánaða verður ljós varpað á eina røð av tiltøkum, sum til hetta høvið bjóða nýggjum áhugaðum við, samstundis sum eisini verður skipað fyri nýggjum tiltøkum. Øll eru vælkomin at luttaka, og skrá verður fyri hvørja viku, har tiltøkini verða lýst.

Fyrsta tiltakið verður týsdagin 2. mars. Tá verður møguligt hjá øllum áhugaðum at máta BMI og feittprosent. Hetta fer fram uppi á Bókasavninum á Sandi týsdagin frá klokkan 12 til 19 og mikudagin frá klokkan 8 til 12. Tá marsmánaði er av, verður høvi aftur at máta, um nøkur broyting er hend.

Øll, sum taka lut, kunnu verða við í lutakastinum um ein vinning, sum er eitt vikuskifti fyri tvey á Hotel Brandan.

Deil myndir, tiltøk og filmsupptøkur, har tú gert okkurt gott fyri sálarligu heilsuna - ert tú í bindiklubb, ein túr á trøðni, ella tú roynir eina nýggja heilsugóða uppskrift. Tá ert tú við í lutakastinum um ein nýggjan vinning hvørja viku.

- Tað einasta, tú skalt gera, er at brúka hashtag #VirkinSandoyggj og #ABCsálarligaheilsu. Soleiðis geva vit hvørjum øðrum íblástur til at vera meira virkin, saman og hugbundin!

Stigtakararnir til tiltakið um sálarliga heilsu í Sandoyar sýslu, vísa eisini til Facebook-bólkin Virkin Sandoyggj, har fólk kunnu fylgja við og fáa meira at vita um átakið.

Í samstarvi við Fólkaheilsuráðið og Visit Sandoy fer sýslan nú undir átakið “Virkin Sandoyggj".