Sjónleikarin Albert Finney deyður

Hann bleiv 82 ára gamal

Albert Finney (Mynd: Ritzau)

Albert Finney (Mynd: Ritzau)

Kendi bretski sjónleikarin, Albert Finney, er deyður. Hann bleiv 82 ára gamal og doyði aftan á at hava verið sjúkur í eitt styttri tíðarskeið, sambært BBC. Tey nærmastu vóru hjástødd.

 

Albert Finney hevði eina langa yrkisleið sum sjónleikari og hevur verið í uppskoti til Oscar-virðisløn fimm ferðir. Hann hevur eitt nú spælt við í filminum 'Erin Brockovich' frá 2000, og so hevði hann høvuðsleiklutin í filminum 'Tom Jones' frá 1963.

 

Hann hevur eisini roynt seg í leiklutinum sum víðagitni detektivurin, Hercule Poirot, í filminum 'Drápið í Orientekspressuni' frá 1974. Í 2012 var hann við í James Bond filminum "Skyfall".