Sjóvinnuhúsið karmur um Vísindavøkuna

Vísindavøka varð í fjør fyrstu ferð hildin í nýggju stásiligu hølunum hjá Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju, sum millum annað hýsir deildum hjá Fróðskaparsetrinum.

Sjóvínnuhúsið verður aftur í ár karmur um Vísindavøkuna.

Vísindavøkan fær munandi meira pláss í ár. Framløgur verða eins í fjør hildnar í Kongshøll, og í ár verða framsýningar og tiltøk hjá granskingarstovnunum á øll­ um Svalanum.

Í tjaldi á parkeringsplássinum uttanfyri fer Havstovan at sýna fram fiskar, og lærarar og næmingar frá Glasi fara at skipa fyri ymiskum eksperimentum.

Framsýningarnar og tiltøkini inni í húsinum eru serliga ætlaðar næmingum frá miðdeild og uppeftir. Í tjaldinum uttanfyri verða eisini framsýningar og tiltøk, ið hóska til tey smærri børnini.

 

Eftir Dagmar Joensen-Næs

Vísindavøka – serblað í Sosialinum 6. september