Sjúkrahúsini: Tað hevur riggað væl við felags bíðilista

Nú verður tað eisini sett í verk í sambandi við aðrar viðgerðir

 

Tann fyrsta royndin er so góð, at nú fer landsstýrismaðurin at taka tað næsta stigið

Tann fyrsta royndin er so góð, at nú fer landsstýrismaðurin at taka tað næsta stigið

Royndirnar við felags ávísing í urologiini eru so góðar, at sama skipan skjótt fer at verða brúkt í sambandi við aðrar viðgerðir eisini. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Og hann sigur, at næsta stigið verður helst at seta felags bíðilista til tær ortopedisku viðgerðirnar.

Hann sigur, at tann felags bíðilistin bæði tryggja sjúklinginum ta bestu viðgerðina, tað stytstu bíðitíðina og tað sparir tí í sjúkrahúsverkinum

Tað er eitt ár síðani, at ein felags bíðilisti varð gjørdur fyri sjúklingar við urologiskum sjúkum.

Tað merkir, at kommunulæknarnir skulu ikki sjálvir, hvør í sínum lagi, ávísa sjúklingar til eitt av teimum trimum sjúkrahúsunum. Ístaðin skriva teir sjúklingin upp á ein felags bíðilista í sjúkrahúsverkinum. Síðani er tað ein serlækni í urologi, sum síðani metir um, hvat av sjúkrahúsunum hevur besta viðgerðartilboðið til tann einstaka sjúklingin, og ta stytstu bíðitíðina.

Ein vanlig viðger í sambandi við urologi er at knúsa nýrasteinar, tí tað eru lutfalsliga nógv fólk, sum fáa nýrastein.

Landssjúkrahúsið hevur ymsar viðgerður á urologiska økinum, men nýrasteinar verða knústir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á Suðuroyar Sjúkrahúsi, men tey brúka hvør sín teknikk. Í Klaksvík brúka tey ultraljóð at knúsa steinarnar við og í Suðuroy brúka tey lasara at knúsa nýrasteinar við.

– Í sjúkrahúsverkinum siga tey, at skipanin við felags bíðilisti í urologiini riggar alsamt betri, tí tillagingar verða gjørdar so hvørt. Skipanin byrgir fyri óneyðugari bíðitíð og tryggjar, at sjúklingurin altíð fær tað besta viðgerðartilboðið á røttum stað, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Og tað merkir eisini, at arbeiðsorkan á sjúkrahúsunum, verður gagnnýtt betri, leggur hann afturat.

Og hann sigur, at nú tær fyrst royndirnar av einum felags bíðilista, hava verið so góðar, er ætlanin nú eisini at fáa felags bíðilstar ár øðrum økjum eisini, og helst verður tað á ortopediska økinum, at næsta royndin verður gjørd.

Tann fyrsta royndin er so góð, at nú fer landsstýrismaðurin at taka tað næsta stigið