Sjúrður á odda fyri Arktisku sendinevndina hjá Fólkatinginum

Enn er endalig avgerð ikki tikin um formanssessin í Føroyanevndini, men blái blokkur eigur meirilutan

Teir báðir føroysku fólkatingslimirnir, Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, eru í hesum døgum í Keypmannahavn, nú telvingin um nevndarbýtið og formanssessirnar í teimum ymisku nevndunum í Fólkatinginum er í hæddini. Endaliga nevndarbýtið skal nevniliga vera formanninum í Fólkatinginum í hendi hósdagin.

Greitt er, at í Føroyanevndini verður tað blái blokkur, ið fær meirilutin og har við eisini formannin. Sostatt er tað væl møguligt, at Edmund Joensen tekur við sessinum, aftaná at Magni Arge og Sjúrður Skaale býttu sessin millum sín farna valskeið.

Við Miðlahúsið upplýsir Edmund Joensen tó, at enn er eingin avgerð tikin um hvør skal taka við formanssessinum í Føroyanevndini.

Greitt er tó, at Sjúrður Skaale verður formaður fyri nýggju Arktisku sendinevndini hjá Fólkatinginum. Í seinastu tingsetu vóru bæði hann og Magni Arge millum uppskotsstillararnar av einum tvørpolitiskum uppskoti, ið álegði Fólkatinginum at stovna eina serliga sendinevnd til Arktisk.

Talan er um eina sendinevnd, ið skal viðgera arktiskt viðurskifti og luttaka í Arktiska Ráðnum, Norðurlandaráðnum og aðrastaðni har arktiska økið á einhvønn hátt verður viðgjørt.

Uppskotið bleiv einmælt samtykt á Fólkatingi við 108 atkvøðum og er tað hendan sendinevnd, ið Sjúrður Skaale nú skal standa á odda fyri.

- Hetta er ein sendinevnd, ið eg ynskti at blíva formaður í. Vit koma at viðgera øll relevant evnir, so sum umhvørvið, vinnulívið, rættin at gagnnýta djóratilfeingið á burðardyggan hátt og stríðið millum Vesturheimin og Russland. Hetta er jú eitt geografiskt økið, ið er merkt av einum vaksandi spenningi millum tjóðirnar í økinum, sigur Sjúrður Skaale.