Sjúrður F. Olsen tilnevndur professari á KU

Sjúrður Fróði Olsen, ph.d. og dr.med. arbeiðir sum granskingarleiðari á Statens Serum Institut, har hann serliga granskar avleiðingar av ávirkanina á fostur í móðurlívi, kallað føtal programering.

Hetta skrivar Granskingarráðið á síni heimasíðu.

Hann er nú eisini tilnevndur professari í epidemiologi á Københavns Universiteti. Professoratið er sett á stovn við avtalu millum Statens Serum Institut og Københavns Universitet fyri at tryggja eitt økt samstarv millum stovnarnar.

Í sambandi við tilnevningina er Sjúrður F. Olsen tilknýttur Afdeling for Epidemiologi á Institut for Folkesundhedsvidenskab, Sundhedsvidenskabelig Fakultet, Københavns Universitet.

”Vit hava í dag fleiri ábendingar um, at umstøður longu á fosturstigi kunnu ávirka -  ’programmera’ – vánirnar hjá fólk seinni í lívinum at fáa sjúkur sum typu 2 diabetes, hjartasjúkur og astma”, sigur Sjúrður F. Olsen.

”Hetta er eitt sera virkið granskingarøki. Í Danmark hava vit serliga góðar møguleikar at gera epidemiologiskar kanningar á økinum orsakað av landsumfatandi granskingarverkætlanini ’Bedre Sundhed i Generationer (BSIG)’.”

Sjúrður F. Olsen er varaleiðari á BSIG-verkætlanini. Hansara granskingarbólkur kannar serliga leiklutin hjá kostinum, bæði undir barnsburðinum, beint eftir føðing og seinni í lívinum.

Umframt starvið á SSI og professarastarvið á Københavns Universitet er Sjúrður F. Olsen atknýttur professari í føðslu við Harvard TH Chan School of Public Health og við Fróðskaparsetur Føroya, skrivar gransking.fo, har meira eisini kann lesast um Sjúrð F. Olsen.