Sjúrður fekk 10 minuttir einsamallur í donskum sjónvarpi

– Nú valstríð er, skal politiskt kjak ganga øgiliga skjótt. Í sjónvarpinum fær man fá sekund til at greiða frá tí, mann stendur fyri. Tað kann vera nokkso grunt, og sum eitt mótsvar býður sjónvarpsrásin DK4 tí øllum flokkum frítt at greiða frá sínum politikki í 10 minuttir.

Soleiðis sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, um orsøkina til, at hann fekk 10 minuttir einsamallur at greiða frá sínum sjónarmiðum í donsku sjónvarpsstøðini DK4.

Sjúrður Skaale sigur, at hóast danir ikki kunnu velja Javnaðarflokkin, søgdu tey ja takk.

##med2##

– Orsøkin var m.a., at norðuratlantiska umboðanin hevur fingið nógva umrøðu í Danmark síðani tríggir flokkar - m.a. Tjóðveldi - boðaðu frá, at teir ætla at gerast partur av donskum samgongusamráðingum eftir valið. 

– Hetta var eitt gott høvi til at greiða dønum frá, hví Javnaðarflokkurin hevur eina aðra støðu. Hon byggir fyrst og fremst á virðing fyri føroyskum sjálvræði og føroyskum fólkaræði, sigur Sjúrður Skaale.

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja og hoyra innslagið í DK4.

 

 

 

Partiet har ordet: Javnaðarflokkurin