Sjúrður fekk 6 og Kaj Leo fekk 5 atkvøður afturat

Fínteljingin av fólkatingsvalinum hevði ongar broytingar við sær, tó at 24 atkvøður, sum av lagdar til viks, kortini vórðu taldar við.

Fimm av atkvøðunum, sum vóru mettar sum blankar valkvøldið, vórðu kortini tiknar við, tá fólkatingsvalið varð endaliga uppgjørt við fínteljingini. Valkvøldið vóru 99 atkvøður vrakaðar, tí valstýrini mettu tær ikki at vera gildugar.

##med2##

19 teirra vóru kortini góðkendar í fínteljingini. Og flestu teirra fóru til Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.

Í fínteljinigni frekk Sambandsflokkurin 11 atkvøður afturat, og Javnaðarflokkurin fekk 10. Sjálvstýri og Tjóðveldi fingu eina í part og Framsókn misti eina.

##med3##

Sjúrður Skaale fekk 6 atkvøður oman á tær 3.331 hann hevði valkvøldið, og Kaj Leo Holm Johannesen fekk 5 afturat at teimum 1.031, sum hann hevði valkvøldið.