Sjúrður Hammer: - Hetta er ræðandi

Tjøldur og annar heiðafuglur kemur í stórar trupulleikar av lesull, sum sløðist í haganum

Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, stúrir fyri gongdini

Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, stúrir fyri gongdini

Ein gamal men vaksandi trupulleiki fyri heiðafugl er, at teir ganga í leysa seyðaull, sum sløðist á traðum og í høgunum. Hetta verður kallað lesull, og tað er ull, sum seyðurin missir um várið.

Trupulleikin er, at fuglarnir koma í neyð av hesum, tí hon verður fløkt um beinini, og sambært Sjúrði Hammer, lívfrøðingi, er lagnan hjá fleiri tjøldrum í hesum sambandi deyðin.

- Um leys ull liggur í haganum, so doyr fuglur av tí. Beinini verða bundin saman, sum so fær beinini av hovna og til síðst blíva so mikið rotin, at tey detta av, sigur hann og vísir á, at ið hvussu er fimm prosent av tjøldrum doyggja orsakað av hesum.

##med2##

- Ábendingarnar eru rættiliga ræðandi. Vit standa framman fyri einari heilt ítøkiligari náttúruverndaravbjóðing. Vit vita ikki nógv um hinar fuglarnar, so tjøldur eru kanska bara toppurin av ísfjallinum, sigur Sjúrður Hammer.

Í nýggjasta Vikuskiftis Sosialinum er longri prát við Sjúrð Hammer um lesull og heiðafugl. Til ber at keypa blaðið í leysasølu, og sum nakað nýtt er eisini møguligt at lesa talgildu greinina her á in.fo.

Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, stúrir fyri gongdini

Hetta tjaldrið fekk ull og tvein um beinini - tað yvirlivdi ikki