Sjúrður Jacobsen gongur ímóti rákinum

- Tað er eingin sum helst framdrift at hóma hjá okkara politisku myndugleikum, tá ræður um útoyggjarnar, staðfestir Sjúrður Jacobsen, sum nú alir rognkelsi í Svínoy.

 

- Antin taka politikararnir seg um reiggj og skapa nakrar veruligar karmar fyri oynna, ella fáa vit okkum eitt stýri av einum ella øðrum slag sjálvi - eitt stýri, sum kann smíða mennandi lógir og reglur, sigur Sjúrður Jacobsen.

- Antin taka politikararnir seg um reiggj og skapa nakrar veruligar karmar fyri oynna, ella fáa vit okkum eitt stýri av einum ella øðrum slag sjálvi - eitt stýri, sum kann smíða mennandi lógir og reglur, sigur Sjúrður Jacobsen.

 

Tey smáu plássini í Føroyum eru av og á í fokus, og soleiðis var eisini mikudagin í hesi vikuni, tá KvF hevði eina sending um útoyggjar og smápláss, har fólkatalið minkar. Við í sendingini vóru eitt nú Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í útoyggjamálum og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Millum tey, sum halda, at politiski viljin at fremja átøk er lítil - fyri ikki at siga eingin - er Sjúrður Jacobsen, sum er gingin ímóti rákinum og er fluttur úr høvuðsstaðarøkinum og út til Svínoyar at búgva.

Sjúrður Jacobsen hevur drúgvar royndir í vinnulívi, bæði her heima í Føroyum og uttanlands, og í Svínoy hevur hann saman við góðum kreftum lagt lunnar undir aling av rognkelsum sum reinsifiski til føroysku alivinnuna, ið dregist við lúsaplágu.

Eftir at hava hoyrt sendingina í KvF mikudagin, setti hann seg ikki sørt fortørnaður við telduna og skrivaði ein sonevndan status á sína Facebook-síðu:

- Nú hoyri eg enn einaferð Útvarpið tosa um, hvørjir møguleikar eru at menna útoyggjarnar. Møguleikarnir eru nógvir, men politiski viljin at leggja nakrar karmar er slettis ikki til steðar. Hettar er ikki grenj, men fakta.

Soleiðis orðar maðurin seg, sum hevur skapt vinnu í Svínoy, og hann heldur fram:

- Tað er bara at hyggja yvir til Noregs. Har býr fólk allastaðni - í útjaðaranum og á oyggjum. Tey leggja karmarnar politiskt, soleiðis at tað ber til at trívast har. Hetta hava tey gjørt í nógv, nógv ár - og langt áðrenn nakran oljupening, sum hann tekur til.

Sjúrður Jacobsen leggur aftrat, at fyri Svínoynna sær hann tveir møguleikar.

- Antin taka politikararnir seg um reiggj og skapa nakrar veruligar karmar fyri oynna, ella fáa vit okkum eitt stýri av einum ella øðrum slag sjálvi - eitt stýri, sum kann smíða mennandi lógir og reglur.

Hann heldur fyri, at tá eingin politikari vísir oynni áhuga, heldur hann ikki, at nakar kann hava nakað ímóti at geva Svínoynni eitt heimastýri.

- Tá Helgi Abrahamsen sigur, at tað er gongdin víða um, at fólk flyta av smáplássum og miðsavna seg á størru plássunum, so er tað ikki nakað nýtt. Tað er ikki hetta, sum tað heila snýr seg um.

Sjúrður Jacobsen heldur, at lættasta sak av verðini er at sentralisera eitt samfelag, tí tað hendir av sær sjálvum, um eingi verulig átøk verða framd. Men, hann heldur ikki, at ein slík gongd er burðardygg.

- Eftir mínum tykki eiga vit í mest møguligan mun at lata samfelagið aftur til okkara eftirkomarar í sama standi, sum vit fingu tað, sigur Sjúrður Jacobsen.

Hann viðgongur, at slíkar útsagnir, sum tær, ið landsstýrismaðurin legði fyri dagin, skapa eina ávísa øsing í hansara sinni.

- Tað er nógv, sum ber til, tó at politikarar ofta vilja vera við, at einki ber til. Tá tey í sínum útgangsstøði hava henda hugburð allan vegin í gjøgnum, verður alt bara negativt. 

Hann heldur, at størsti trupulleikin í slíkum føri ofta er, at politikarar sjálvir ongar royndir hava gjørt sær.

- Tú kennur typurnar, sum vilja vera við, at einki ber til í hesi verð, men tað er bara ikki rætt, tí tað er nevniliga nógv, sum ber til. Tað er bara at síggja møguleikarnar. Men, tað er tann politiski myndugleikin, sum situr við bukt og báðum endum, ið má skapa fyritreytir og karmar, men her er alt steindeytt, leggur Sjúrður Jacobsen aftrat.

Í samband við fyrireikingarnar til verkætlanina at ala rognkelsi í Svínoy, gjørdu teir ein túr upp gjøgnum Noreg, har teir byrjaðu har suðuri í landinum og koyrdu allan vegin upp til Lofoten.

- Eg havi verið nokso nógv í Noregi, og eg havi eisini arbeitt har. Tað, sum eg serliga hefti meg við á júst hesum túrinum, var, at fólk býr allastaðni upp eftir næstan óendaligu langu strondini og djúpu firðunum í Noregi. Sjálvur havi eg eisini ein vinmann í Båtsfjørðinum heilt har norðuri í landinum.

Sjúrður Jacobsen vísir á, at har norðuri eru skipanir galdandi, sum eru øðrvísi og meira attraktivar - fyri bæði fólk og vinnulív - enn tær generellu skipaninar í Noregi annars eru.

- Í tí stóra og heila snýr tað nógva seg um krónur og oyru, og hetta verður gjørt fyri at eggja fólki til at búseta seg og virka í økinum. Í Noregi er politiskur vilji til at gera nakað, og tað sæst týðiliga á einari slíkari ferð har norðuri í landinum, at hetta hevur givið úrslit.

Hann vísir á, at Føroyar eru so smáar í mun til velduga stóra norska meginlandið, at tað bæði er synd og skomm, heldur hann, at vit ikki skulu duga betur at fáa fólk at støðast á útoyggj og á smáu plássunum annars.

- Henda gongd, at oyggjar og smápláss í Føroyum gerast alsamt fámentari, samstundis sum eingi verulig politisk átøk verða sett í verk, sum kunnu gera nakran mun, er ikki nýggj. 

Sjúrður Jacobsen staðfestir, at hetta hevur verið gongdin seinastu fimmti árini ella so.

Nú so nógv fokus er á Føroyar sum ferðamannaland, vístu báðir landsstýrismenninir, Helgi Abrahamsen og Jørgen Niclasen, í sendingini í KvF eisini á hesa veksandi vinnu, sum kanska serliga merkist í útjaðaranum í Føroyum.

- Einki ringt um hetta. Men, álvaratos - er tað nøkur framtíð fyri okkara útoyggjar og smáu bygdir kring landið at vísa fram nakrar seyðir og tóm sethús? spyr Sjúrður Jacobsen, sum heldur, at tað skal eitt sindur meira til enn hetta at geva lívinum á smáu plássunum eitt innihald.

Síðan hann flutti út til Svínoyar at búgva, er eisini gongd komin á alingina av rognkelsum.

- Longu nú eru eini 5-6 fólk knýtt at virkseminum, og eg vænti, at brúk verður fyri 8-10 fólkum seinni í ár, tá virksemið verður størri. Talan er um miljónaíløgur, og vit fara at økja virksemið á alistøðini so líðandi. 

Sjúrður Jacobsen vísir á, at í alingini í Svínoy verður dentur lagdur á, at alt skal gerast forsvarliga, bæði lívfrøðiliga og tekniskt. 

- Aliroyndir av rognkelsum á royndarstigi eru gjørdar í Nesvík, og nú verður so bygt víðari á tær royndirnar í Svínoy. Vit hava bæði tikið fisk og hava avskipað, og fiskurin er farin av oynni í góðkendum tanga, sum Ritan hevur tikið við sær, sigur hann.

Vit fara at venda aftur til Sjúrð Jacobsen við aðrari grein á In.fo seinni.

##med2##

- Antin taka politikararnir seg um reiggj og skapa nakrar veruligar karmar fyri oynna, ella fáa vit okkum eitt stýri av einum ella øðrum slag sjálvi - eitt stýri, sum kann smíða mennandi lógir og reglur, sigur Sjúrður Jacobsen.

- Tað skal eitt sindur meira til enn møguleikin hjá fólki á útoygg at vísa ferðafólki nakrar seyðir og tóm sethús, sigur Sjúrður Jacobsen, sum nú rekur alivinnu í Svínoy.