Sera álvarsamt og avgerandi

Verður ikki tikið av møguleikanum nú, er ov seint, tí hann kemur ikki aftur

 


Tað er sjálvsagt, at Hestur verður knýttur í undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Sandoy.

 

Tað heldur Útoyggjafelagið

Felagið hevur nú skrivað til allar løgtingslimir og heitt á teir um at tryggja, at Hestur verður bundið í Sandoyartunnilin.

 

- Hetta er eitt sera álvarsamt og avgerandi mál fyri framtíðina hjá Hest bygd, siga Óla Jákup úr Dímun, formaður, og Olga Biskopstø, samkipari í Útoyggjafelagnum.

 

- Hestur stendur á einum vegamóti, har framtíðin er treytað av, at sambandið til oynna bøtist munandi. Nú talan er um tunnil, er tað tí sjálvsagt, at Hestur gerst partur av hesari ætlan, siga tey bæði.

 

Tey vísa á, at Landsverk hevur gjørt uppskot um linjuføringar, har ein gongur um Hest.

 

- Fíggjarliga er hetta heldur ikki uttanfyri rímiligt mark, tá hugsað verður um, havt øll verkætlanin kostar, og tá ið hugsað verður um, hvat rutusiglingin kostar.

 

Kanningar, Landsverk hevur gjørt, vísa, at sama hvør linjuføringin verður, loysir ætlanin seg ikki fíggjarliga, tí ferðslan er so lítil.

 

- Hetta vísir, at tað í ætlanini, sum nú fyriliggur, er ásannað, at tað ikki eru fíggjarlig, men samfelagslig atlit, ið liggja sum grund fyri at gera tunnilin undir Skopunarfjørð.

 

- Tað er ein vinningur fyri føroyska samfelagið, at velja linjuføringina um Hest, tí við einum góðum ferðasambandi, verður oyggin væl búsett, og møguleikarnir í oynni fyri vinnu, serstakliga ferðavinnu, eru stórir, sigur Útoyggjafelagið.

 

Felagið vísir á, at Bygdarfelagið í Hesti, er eitt tað virknasta í landinum.

 

Tær familjur, sum hava følt seg noyddar at flyta, royna á henda hátt at stuðla undir oynna, og fær Hestur fast samband, sínna mong møguleikan fyri at flyta út aftur í oynna.

 

- Møguleikin fyri at tryggja, at Hestur fær fast samband er beint her og nú. Hann kemur ikki aftur, og tí er tað so serliga avgerandi, at tunnilin verður lagdur soleiðis, at oyggin verður knýtt upp í verkætlanina, sigur Útoyggjafelagið.