Skal ikki í fongsul fyri kynsligan ágang ímóti smágentu

Gentan var 8 ára gomul, tá tann nú 32 ára gamli maðurin gjørdi seg inn á hana

Ein 32 ára gamal maður er í Eystara landsrætti dømdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á eina 8 ára gamla gentu. Hendingin fór fram í 2003/04, og talan er um eitt familjumál, tí maðurin og gentan eru í familju við hvønn annan. 

Málið varð fyrstu ferð meldað í 2018. Tá varð maðurin ákærdur, men hann varð fríkendur í Føroya rætti. Hetta var tí, at mann kundi ikki avvísa, at maðurin var undir 15 ár, tá brotsverkið fór fram. 

Kriminelli lágaldurin er nevniliga 15 ár. Verjin segði, at um talan var um kynsligan ágang, so kundi tað ikki prógvast, at maðurin var eldri enn 15 ár. Tí kom ivin manninum til góðar, og hann var fríkendur.

Kærdi avgerðina

Ákæruvaldið valdi at kæra avgerðina, tí tey meintu, at har vóru prógv fyri, at maðurin var fyltur 15 ár. Fleiri týðandi upplýsingar komu fram, og so varð kært til landsrættin.

Eystari landsrættur broytti avgerð og kom í gjár til ta niðurstøðu, at har var farið eitt kynsligt brotsverk fram, tá gentan var 8 ára gomul. 

Avgerðin var millum annað tikin við støði í frágreiðing hjá gentuni og einum familjulimi hennara. Familjulimurin fortaldi, hvussu gentan broytti seg hetta tíðarskeiðið, tí hon til dømis knappliga ikki tordi at fara einsamøll í skúla. Haraftrat fekk ákæruvaldið nakrar upplýsingar um tíð og stað, sum vóru við til at prógva brotsverkið.

Maðurin varð dømdur tríggjar mánaðar treytaðan fongsulsdóm. Tað merkir, at hann skal ikki inn at sita fyri at hava gjørt seg inn á lítlu gentuna í 2003/04. Hann fekk treytaðan dóm, tí tað eru so nógv ár síðan hendingina, og hann hevur ikki gjørt nakað brotsverk í millari tíð. Haraftrat hevur hann góð persónlig viðurskifti, og hann var undir 18, tá hetta hendi.