Skal verða dýrari hjá ferðafólki at ferðast í Føroyum

Soleiðis skal Strandferðslan fáa meiri inntøkur

Útlendingar skulu rinda meiri enn føroyingar

Útlendingar skulu rinda meiri enn føroyingar

Nú verður arbeitt við at gera eina skipan, har tað verður dýrari hjá útlendskum ferðafólkum at ferðast við Strandferðsluni.

Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og landsstýrismaður í samferðslumálum, fyri Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, nú seinasta hond skal leggjast á fíggjarlógina fyri næsta ár.

Í hesum sambandi hevur Fíggjarnevndin spurt hann, hvørjar ætlanir eru um at menna Strandferðsluna næsta ár, og um játtan verður sett av til at reka nýggja avloysaraskipið, sum verður bygt í Noregi, og sum Strandferðslan fer í mai mánað næsta ár.

Tann seinna spurningin svarar Jørgen Niclasen ikki beinleiðis upp á, men hann sigur, at nýggi báturin, og nýggju sáttmálarnir um Bygdaleiðir, við einum nýmótans bussflota, eru størstu menningarátøk fyri Strandferðsluna næsta ár. Harumframt verður arbeitt við at útvega eina ferju afturat til Sandoyarleiðina til at røkja væntaðu stóru hækkingina av farmi.

Hann sigur annars, at arbeitt verður við at endurskoða ferðaseðlaprísirnir fyri útlendsk ferðafólk, soleiðis at meira verður til rakstur. Sostatt verður arbeitt við at gera eina skipan, har útlendsk ferðafólk skulu rinda meiri fyri ferðaseðilin hjá Strandferðsluni, enn føroyingar gera.

Jørgen Niclasen sigur eisini, at miðað verður eftir, at Strandferðslan skal hava betri og tryggari umstøður í framtíðini.

Hann sigur, at landsstýrið nú fer undir eina tilgongd at endurnýggja ferjurnar hjá Strandferðsluni. 

Útlendingar skulu rinda meiri enn føroyingar