Skal verða lættari at finna bilførarar sum ikki gjalda

Handilsvinnufelagið heitir nú á politiska myndugleikan um at fáa tað avgreitt

 Tað skal vera lættari hjá benstøðum at finna bilførarar, sum keypa bensin ella diesel, men sum fara avstað, uttan at gjalda fyri tað.

Tað halda tey í Handilsvinnufelagnum, og nú heita tey á politiska myndugleikan um at fáa tað í rættlag.

Í hesum sambandi vilja tey hava politikararnar at bera so í bandi, at tey, sum hava bensinstøðir, fáa beinleiðis atgongd til akfarsskránna hjá Akstovuni.

Tað merkir, at tey skulu kunna tøppa nummarplátuna á einum bili inn á telduna, so fáa tey upplýsingarnar um, hvør eigur bilin.

Hetta hevur verið í umbúna fyrr, men tá fekk tað ikki politiska undirtøku.

 Í Handilsvinnufelagnum vísa tey á, at í grannalondum okkara ber til at fáa talgilda atgongd til skrokknummar á einum akfari við at upplýsa nummarspjaldur, og soleiðis eigur tað eisini at vera hjá okkum.

Felagið hevur fleiri ferðir víst á, at bensinstøðir hava fyri neyðini at fáa talgilda atgongd til akfarsskránna, tá ið bilførarar gloyma at rinda fyri brennievnið.

Tey vísa á, at í roynd og veru er akfarsskráin ein almenna skrá við ypplýsingum, sum ikki eru serliga persónsviðkvæmir, tí talan er bara um at fáa at vita, hvør eigur ein ávísan bil.

 Handilsvinnufelagið dugir tískil ikki at síggja trupulleikan við at gera eina smidliga skipan í Føroyun við gjøgnumskygdum mannagongdum og objektivum treytum, har allir umsøkjarar verða javnsettir.