Telefonirnar gløða av fráboðanum um skaða

Løgreglan hevur kallað eyka manning til arbeiðis fyri at halda tørn

Telefonirnar gløða og fólk ringja út í eitt at boða frá skaða.

 

Tað sigur Jón Klein Olsen á løgregluni í Havn.

 

Tað er ódnarveður um alt landið og nú seinnapartin hava telefonirnar hjá løgregluni verið gløðandi við fólki, sum hava ringt at boða frá skaða.

 

Løgreglan sigur, at harðast leikar á í Klaksvík og í Hvannasundi, men annars eru skaðar fráboðaðir um alt landið.

 

Á Tvøroyri ríva plátur á skúlanum og í Havn er sløkkiliðið boðsent til byggiplassið, har Havnar Arbeiðsmannafelag skal byggja nýtt felagshús,  tí har er okkurt farið og neyðugt er at tryggja.

 

Løgreglan sigur, at yvirhøvur er talan um takplátur og húsaklædningur og sovorðið, sum rívur og nógvastaðni eru bjargingarlið boðsend.

 

Men onkur staðið er eisini hendur av tí, at fólk ikki hava tryggjað ymiskt, sum liggur leyst.

 

Løgreglan hevur ikki yvirlit yvir, hvussu nógvar fráboðanir eru komnar í dag, men tað ringir alla somlu tíðina, sigur Jón Klein Olsen.

 

Hann sigur, at løgreglan hevur boðsent eyka manning fyri at halda tørn og fyri at fáa avgreitt allar fráboðanirnar, sum eru komnar.

 

Løgreglan mælir fólki frá at koyra ímillum bygdir og at fara út yvirhøvur.

 

Nógva staðni er vindurin yvir 40 metrar um sekundið og onkustaðni omanfyri 50 metrar.

 

Eftir veðurforsøgnini verður mesti vindurin klokkan 18 í kvøld og heldur sær í einar tveir tímar, so fer broddurin av honum aftur, men tað verður ógvuliga nógvur vindur kortini, heilt til á midnátt.

 

Myndin er av byggiplássinum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, har vindurin hevur tikið fleiri plátur, sum eru settar framvið vegin at verja.