Skálavík fær stórt kampingpláss

Um dagarnar kom fram, at tríggir persónar í Skálavík hava tikið hendur saman um stórt kampingpláss í bygdini.

 

Hóast Hotel Skálavík skjótt letur aftur fyri almenninginum, ætla fólk í bygdini, sum framvegis vilja hava ferðafólk til bygdar, ikki at gevast á hendur. Herfyri boðaðu hjúnini, sum eiga og reka kafé’ina á Mølini í Skálavík frá, at tey ætla sær at byggja 10 stór kømur beint við húsaognina á Mølini.

Skálavíkar kommuna hevur givið byggiloyvi, og við í ætlanini er eisini, at hjúnini fara at keypa nakrar hundrað fermetrar av lendi frá kommununi. Hetta er sambært tí, sum frammi hevur verið, fyrsta byggistig í einari størri verkætlan á Mølini í Skálavík.

Um vikuskiftið kom eisini fram, at tríggir persónar í Skálavík, Eynar Martin Kjærbo, bóndi, Martin Kúrberg, sum er fluttur til bygdina, har hann og konan nú byggja sær hús – og borgarstjórin, Linjohn Christiansen, hava tikið hendur saman um stórt kampingpláss í Skálavík.

Økið, har ætlaða kampingplássið kemur at verða, er víst á viðheftu mynd.