Skeggkonan: – Eg elski mítt skegg

– Tá eg byrjaði at síggja skeggið á mær, byrjaði eg eisini at dáma tað meir og meir. Nú eri eg stolt av, at eg klári at vaksa eitt flottari skegg enn nógvir menn, sigur 22 ára gamla Sissal Jacobsen úr Hósvík, sum á Instagramvanga sínum »Skeggkonan« varpar ljós á at tað er í lagi at vera, sum ein er

22 ára gamla Sissal Jacobsen hevur fullskegg. Hon er sera stolt av skegginum og leggur javnan myndir av sær sjálvari og skegginum á Instagram, har hon eisini við myndateksti og provokatión hevur ein boðskap um sjálvskærleika og at góðtaka seg sjálva. Boðskapurin kann tykjast sera einfaldur, men kortini provokerar hann og øsir summi, greiðir hon frá.

Fyri Sissal hevur tilgongdin verið long, og hon hevur havt nógva mótgongd við sær. At læra at elska seg sjálva, hóast tað í sjálvum sær er at berjast ímóti rótfestum samfelagsnormun, er ikki ein løtt ferð at fara á. Serliga ikki, tá ein eisini hevur sjúkur, so sum PCOS og ADHD at stríðast við. Sissal hevur gjørt tað, og boðskapur hennara er, at tað áttu vit øll eisini at gjørt, tí vit eru øll nokk. Líkamikið hvat samfelagið sigur.

 

##med2##

 

– Sum barn havi eg altíð viljað verið annarleiðis og torað at gjørt tað, sum eg havi hug til at gera, so eg kann veita øðrum íblástur og dirvi, so tey eisini kunnu tora, sigur hon millum annað frá í longri samrøðu við Sosialin.

Les alla samrøðuna við Sissal í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið og talgildur her