Skeinkistøðini halda kunngerðina um afturlating

– Kunngerðin hjá Helga Abrahamsen hevur verið hildin í nátt, og náttin hevur verið góð.

 

Tað sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, tá vit fregnast um tíðindi í morgun

Tað var fríggjadagin, at kunngerðin um, at skeinkistøð skulu steingja klokkan 23 á kvøldi hetta til 31. august, kom í gildi. Gjáranáttina var tað eitt pizzaria, sum ikki helt afturlatingartíðina og kann vænta sær eina bót.

Men í gjárkøvldið var friður, og alt læt sambært løgregluni aftur klokkan 23.

Tá veðrið er gott er mangan nógv fólk út, men so var heldur ikki í nátt, sigur løgreglan, sum tí hevur havt ein góða nátt.